Gunnar og liðfelagarnir eru framvegis greitt á odda

Víkingur Reykjavík vann á Stjørnuni á heimavølli

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík eru greitt oddalið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 34 stigum aftaná 13 umfør.

 

Gunnar fekk 72 minuttir á vøllinum, tá Víkingur á heimavølli vann 2-0 á Stjørnuni. 

 

Málini vóru skotin innanfyri sjey minuttir í fyrra hálvleiki.

 

Víkingur Reykjavík 2 - 0 Stjarnan

 

 1-0 Davíð Örn Atlason ('28)

 

 2-0 Danijel Dejan Djuric ('35)

 

Pætur J. Petersen slapp á vøllin teir seinastu 10 minuttirnar, tá hann og liðfelagarnir í KA taptu 2-0 fyri KR á útivølli.

 

KA er nummar fimm í deildini við 17 stigum.