Gunnar og liðfelagarnir leiktu málleysan javnleik

FH er nú níggju stig frá oddasessinum í pepsideildini

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH eru níggju stig frá oddaliðnum, Vali nú øll liðini í íslendsku pepsideildini hava leikt 13 av 22 dystum.

 

Í dag leiktu Gunnar Nielsen og liðfelagarnir javnleik 0-0 á Akureyri ímóti KA. Morgunblaðið nevnir dystin ein "steindeyðan javnleik", har Gunnar Nielsen ikki hevði tað nógva at gera í málinum.

 

Nú verður tó spennandi hjá Gunnari Nielsen og liðfeløgunum. Komandi leygardag verður steypafinalan ímóti ÍBV, sum hevur Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs í hópinum. 

 

Fyrst skal FH tó leika ímóti Vali komandi týskvøld. Um FH vinnur tann heimadystin kunnu teir stytta frástøðuna upp til Val niður í seks stig. Sama kvøld spælir ÍBV á útivølli ímóti Víkingi Reykjavík.

 

Støðan í pepsideildini: 

 

1Valur1393125:1030
2Stjarnan1364329:1722
3FH1356221:1521
4Grindavík13  634   17:2221
5KR1362522:1920
6Breiðablik1353520:2118
7Víkingur R.1353518:1918
8KA1344525:2116
9Fjölnir1343615:1815
10Víkingur Ó.1341815:2413
11ÍBV1333717:2712
12ÍA1323819:309