Gunnar og Lamhauge í klønum tráði

Teir vilja ikki leggja kongin, men um tað skal eydnast felagnum hjá føroysku landsliðsspælarunum í Silkeborg at varðveita plássið í bestu deildini, so skal úrtøkan vera ógvuliga stór í seinastu umførunum.

 

Í gjárkvøldið vóru meistararnir í FC Nordsjælland á vitjan í Silkeborg, og úrslitið varð 2-2. FCN javnaði til 2-2 stutt undan leikloki, og Gunnar Nielsen illneitaðist inn á seg sjálvan um leiklutin í hesum førinum:

-Ein málverji á tí støði, sum eg eri, eigur at syrgja fyri, at bólturin verður beindur longri burtur, tá ið eg hálvbjargaði. Hatta var ikki nóg gott, segði landsliðsmálverjin.

 

Heimasíðan hjá Silkeborg sigur, at tað var um reppið, at gestirnir fóru við øllum stigunum úr Silkeborg, tá ið ein av mótstøðumonnunum var púra leysur frammanfyri málinum, men Gunnar Nielsen vardi meistarliga fyri. Millum eygnavitnini var Christian Lamhauge Holst, sum sat á Silkeborg beinkinum alla tíðina.

 

Silkeborg er aftast við 29 stigum. Næstniðastu liðini hava 31 stig. Tey eru AC Horsens og Brøndby, sum skulu í eldin í morgin. Um eina viku verður talan um lagnuuppgerð, tá ið Silkeborg á útivølli fer at hitta AC Horsens. Í tveimum teimum seinastu umførunum skulu Gunnar Nielsen, Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir spæla á heimavølli ímóti FC Midtjylland og á útivølli ímóti OB.