Tað endaði við javnleiki 1-1, tá FH og Víkingur Ólafsvík leiktu oddadyst á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum í kvøld. Gunnar Nielsen vardi aftur málið hjá FH í kvøld.
Steven Lennon legði FH á odda í 28. minutti, og leingi vóru hafnfirðingar á sigurskós, men ólafsvíkingar javnaðu tá bert fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Hrvoje Tokic var spældur leysur í brotsteiginum hjá FH, og hann fekk bóltin framvið Gunnari Nielsen til endaligu støðuna 1-1.
Gunnar Nielsen gjørdi tó sítt fyri at verja leiðsluna FH hevði størsta partin av dystinum. Þórhallur Kári Knútsson hjá Víkingi hevði eina roynd frá stuttari frástøðu, sum Gunnar Nielsen stórbjargaði. Gunnar Nielsen vardi eisini fyri í øðrum førum. Samlað var tað tó FH, sum hevði teir flestu málmøguleikarnar, men Steven Lennon og hinir megnaðu ikki at byggja uppá leiðsluna.
Tað er sera javnt í oddinum í íslendsku pepsideildini, sum støðan aftaná seks umfør eisini staðfestir. Hevði FH hildið fast um 1-0 leiðsluna, so høvdu teir ligið á odda við 13 stigum í kvøld, men soleiðis bleiv ikki. Komandi sunnudag spælir FH oddauppgerð ímóti Breiðablik á útivølli.
1 | Breiðablik | 6 | 4 | 0 | 2 | 7:6 | 12 |
2 | Stjarnan | 6 | 3 | 2 | 1 | 13:5 | 11 |
3 | FH | 6 | 3 | 2 | 1 | 9:4 | 11 |
4 | Víkingur Ólafsvík | 6 | 3 | 2 | 1 | 10:9 | 11 |
5 | Fjölnir | 6 | 3 | 1 | 2 | 11:7 | 10 |
6 | ÍBV | 6 | 3 | 1 | 2 | 9:6 | 10 |
7 | KR | 6 | 2 | 3 | 1 | 6:5 | 9 |
8 | Víkingur Reykjavík | 6 | 2 | 2 | 2 | 9:7 | 8 |
9 | Valur | 6 | 2 | 1 | 3 | 11:9 | 7 |
10 | ÍA | 6 | 1 | 1 | 4 | 5:13 | 4 |
11 | Þróttur Reykjavík | 6 | 1 | 1 | 4 | 5:16 | 4 |
12 | Fylkir | 6 | 0 | 2 | 4 | 4:12 | 2 |