Gunnar og Christian spældu væl í Silkeborg sigri

Bæði Gunnar Nielsen og Christian Lamhauge Holst vóru við frá byrjan, tá Silkeborg í kvøld vann 3-1 á AGF í Superliguni.

 

Í fyrra hálvleiki mundi Christian Lamhauge Holst vera millum bestu spælararnar á vøllinum. Við góðum bóltførleika og neyvum avleveringum var hann ein støðug hóttan móti AGF málinum.

 

Undan hesum dystinum hevði hann bara spælt fýra minuttir síðani ársskiftið. Nú hevur Viggo Jensen, venjari hjá Silkeborg, veruliga fingið nakað at hugsa um, tí tað ber ikki illa til at seta hann á bonkin aftaná avrikið í kvøld. Christian Lamhauge Holst varð skiftur út í seinna hálvleiki.

 

Gunnar Nielsen stóð væl allan dystin og kundi einki gera við málið, sum AGF fekk. Talan var um flatt innlegg, sum Silkeborg spælari var óheppin og prikaði í egið mál. Annars tók Gunnar sær av tí mesta og tá hann tað einu ferðina misti bóltin, so var verja knøpp og ruddaði vekk.

 

Silkeborg hevur nú saman við Sønderjyske, AC Horsens og Brøndby 27 stig í botninum í Superliguni. Hini liðini hava tó øll spælt ein dyst færri.