Gunnar Nielsen til Motherwell

Føroyski landsliðsmálmaðurin er í løtuni á veg til Motherwell og skal til læknakanning í morgin. Gongur alt væl, so verður Gunnar Nielsen málmaður hjá skotska Premier League felagnum tvey tey komandi árini.

 

BBC skrivar í dag, at Gunnar Nielsen er á veg til Motherwell, har hann skal til læknakanning í næstum.

 

- Ja, tað er rætt. Eg eri ávegis til Motherwell í løtuni og skal til læknakanning í morgin. Vónandi verða ikki nakrir trupulleikar og so skuldi restin verið formalitetir, sigur Gunnar Nielsen, sum í løtuni er staddur í London.

 

Gunnar Nielsen hevur fyrr spælt við Motherwell, tá hann var útleigaður frá Blackburn í 2008.