Á heimasíðuni hjá DR stóð at lesa: "21 årige Gunnar Mikkelsen sang sig ind i danskernes hjerter og blev dermed vinder af Stjerne for en aften"
Gunnar fylti 21 ár 29. oktober, hann er føddur og uppvaksin í Vestbjerg, 14 km norðanfyri Aalborg. Eftir at hava gingið eitt ár í 10. flokki á eftirskúla á Mariager gekk hann í trý ár á Aalborg Katedralskole og tók studentsprógv har.
Mamman eitur Kristianna Mikkelsen, hon er dóttir Ebbemiu og Gunnar Holm Jacobsen. Pápin, Jørgen Mikkelsen, er dani, ættaður frá Samsø.
Gunnar búði í Berlin, áðrenn hann fór til Kanada í mai mánað í ár. Har búði hann á eini ranch, til hann kom aftur til Danmarkar nú í oktober. Tað var pápin sum fekk í lag at senda ein fløgu inn til "Stjerne for en aften".
Fyrru kappingina vann Guðrun Sólja Jacobsen, og nú vann Gunnar hesa. Sigast má at føroyingar hava staðið seg væl í hesi kapping.