Gunnar lagt seg á odda

Eftir fyrsta veruliga kappingardagin í Statoil kring Føroyar, hevur føroyski veteranurin, Gunnar Dahl Olsen, lagt seg á odda í kappingini.

Í góðveðrinum hósdagin var súklað í Eysturoynni. Teinurin, ið súklaður vóru úti á, var oman fyri 100 kilometrar, og hóast fremstu súklararnir brúktu oman fyri tríggjar tímar um teinin, komu tveir teir fremstu á mál so at siga samstundis.

Tung fjøll
Allir súklararnir fylgdust rættuliga væl fyrstu løtuna, men tá ið farið var upp í hæddirnar, byrjaði fylgið so smátt at spjaðast. Eiðisskarð var tungt, og tað sama var galdandi fyri Gøtueiði. Bæði hesi høgu støð í Eysturoynni telja við í nýggju fjallakappingini, sum er blandað upp í Statoil kring Føroyar í ár.
Tá ið súklararnir nærkaðust málinum við Statoilstøðina í Runavík, vóru tríggir súklarar væl framman fyri allar hinar. Teir tríggir vóru teir báðir danirnir, Niels Jakob Thomsen og Niels Bay Petersen, umframt føroyska veteranin Gunnar Dahl Olsen. Niels Bay Petersen og Gunnar Dahl Olsen fingu lagt Niels Jakob Thomsen eitt sindur aftur um seg, og tí stóð endaspurturin millum teir báðar. Spurturin gjørdist sera spennandi, og teir báðir komu um málstrikuna so at siga samstundis. Gunnar hevði tó munin og vann tí etapuna, men hann og Niels Bay Petersen vóru so javnir, at báðir blivu teir góðskrivaðir fyri somu tíð, nevnliga 3.08.47, meðan Niels Jakob Thomsen var seks sekund aftan fyri teir báðar fremstu. Eitt gott petti var aftur til teir næstu súklararnar, og tí er longu nú stórur munur á í samlaðu støðuni, har teir tríggir fremstu í Eysturoynni hava lagt seg væl framman fyri allar hinar luttakararnar. Tá ið prologurin mikudagin og teinurin í Eysturoynni hósdagin verður lagdur saman, sæst at Gunnar Dahl Olsen hevur lagt seg á odda í kappingini, men einans tíggju sekund eru aftur til næsta mannin, sum er Niels Jakob Thomsen, og nummar trý, Niels Bay Petersen, er einans 33 sekund aftan fyri Gunnar.

Íslendingarnir einaráðandi hjá ungdóminum
Í ungdómskappingini hava íslendsku súklararnir lagt seg greitt á odda. Anton Ørn Elfarsson, sum vann prologin mikudagin, vann eisini hósdagin, tá ið teir ungu súklararnir súklaðu 75 kilometrar í Eysturoynni. Honum á baki kom Kári Brynjolfsson, sum eisini gjørdist nummar tvey í prologinum.
Fremsti føroyingurin í ungdómskappingini er Torkil Veyhe, sum samanlagt liggur á einum fimtaplássi.
Fríggjadagin var einkultstartur súklaður á Sandoynni, og í dag verður ein longri teinur súklaður í Suðuroynni. Statoil kring Føroyar endar sunnudagin, tá ið súklað verður úr Tjørnuvík til Havnar.