Gunnar: Ikki tað eg ætlaði

Gunnar Nielsen er skaddur í umleið seks vikur. Tað merkir, at føroyski landsliðsmálmaðurin ikki stendur í mál ímóti Norðurírlandi og Slovenia. Gunnar Nielsen hevur í dag verið til eina kikkarakanning í øskluni og boðini eru, at Gunnar er skaddur í áleið seks vikur.

- Eg havi verið til eina kikkarakanning í øksluni í dag. Fyrst var væntað, at skaðin fór at taka umleið fýra til seks vikur, men nú eru boðini at tað verður nærri seks vikum, sigur Gunnar Nielsen

Tað var í dystinum ímóti Italia, at Gunnar Nielsen meiddi sær øksluna. Antonio Cassano smekkaði til úr stuttari fjarstøðu. Gunnar tveitti seg til sína vinstru síðu og bjargaði meistaraliga. Tíverri fyri hann, so lendi hann skeift og økslin kom illa fyri.

- Tað var óheppi at tað skuldi henda akkurát nú, tá eg eri útleigaður og fleiri landsdystir standa fyri framman. Hetta var líka sum tíðin, tá eg skuldi spæla nógvar dystir, men tað verður so fyribils av ongum, sigur ein vónbrotin Gunnar Nielsen.

Gunnar er leigaður út til Tranmere Rovers frá Manchester City fram til jólar.

- Eg eri blivin skaddur tvær teir seinastu ferðirnar eg havi verið við landsliðnum, men skaðarnir hava onki við hvønn annan at gera. Tað eru tveir ymiskir skaðar, men hetta var ikki tað eg ætlaði, sigur Gunnar Nielsen og leggur afturat, at hann er við gott mót.

Nú verður so spennandi at vita hvønn Brian Kerr velur at standa á mál teir komandi landsdystirnar.