Gunnar helt málið reint

Motherwell vann í dag fyri sættu ferð upp í slag

Gunnar Nielsen er aftur í málinum hjá Motherwell. Í dag vann liðið fyri sættu ferð upp í slag. Motherwell vann 1-0 á útivølli móti Hearts. Einsamalla málið skoraði John Sotton stutt fyri hálvleik.

 

Sambært beinleiðis frásøgnini hjá BBC, so hevði Gunnar eitt sindur at gera í málinum hjá Motherwell móti endanum av dystinum. Tó ikki nakað, sum føroyski landsliðsmálverjin ikki kláraði at taka sær av.

 

Motherwell liggur nú triðja plássi í skotsku Premier League. Eitt stig aftanfyri Aberdeen, sum hevur spælt ein dyst fleiri.