Tað var einki minni enn eitt framúrskrandi avrik hjá vetaraninum Gunnari Dahl Olsen, sum í síðstu viku og um vikuskiftið smurdi alla mótstøðu av í FM í súkkling. Hann vann allar tríggjar kappingarnar – landavegsúkkling, einkultstart og býarkoyring. Torkil Veyhe, sum fyrr í ár vann Volvo Kring Føroyar, var ikki við til FM vegna lesnaðin í Danmark, men hinvegin var triathlon-stjørnan, Guðmundur Joensen, við fyri at bjóða Gunnari av.
Fyrsta kappingin var á skránni hóskvøldið í síðstu viku, tá ið tað snúði seg um ein 100km-tein í landavegsúkkling. Súkklað varð runt Oyggjarvegin, sum teinurin verður kallaður, og 16 súkklarar luttóku. Súkklararnir fylgdust til beint eftir rundkoyringina í Kollfjarðadal í øðrum umfari. Tá fór Gunnar nakað frá hinum, meðan Guðmundur Joensen, Sigmund Olsson og Hilmar Hansen vóru aftaná honum. Sigmund og Hilmar arbeiddu tó ikki serliga nógv saman við Guðmundi, og Guðmundur gjørdi av at súkkla fram til Gunnar. Teir báðir fremstu – báðir favorittarnir – fylgdust niðan ímóti Hundsarabotni, og tá ið komið varð niðan á slætt, fór Gunnar frá Guðmundi.
Gunnar økti fjarstøðuna og upp á eina lítla løtu var hann eini 15 ella 16 sekund frammanfyri Guðmund, sum uttan úrslit royndi at fáa Gunnar aftur, og tá ið komið var við Kleynisvarða var ein minuttur ímillum teir báðar. Í undanbrekkuni súkklaði Gunnar ógvuliga skjótt og á teininum frá Hvítanesvegnum og oman til rundkoyringina við Skansan økti Gunnar munandi og vann við tíðini 3:03:30, meðan Guðmundur kom á mál góðar seks minuttir seinni við tíðini 3:09:17. Hilmar Hansen, sum koyrdi frá Sigmundi Olsson í svinginum niðan úr Kollfjarðadali, fekk triðja plássið við tíðini 3:15:20.
Dagin eftir landavegskoyringina, tvs. fríggjadagin, var 40km-teinur í einkultstarti á skránni. Súkklað varð úr Hósvík til rundkoyringina við Streymin, Svínáir, Ljósáir og síðani heim aftur. Gunnar hevði tey bestu beinini aftur henda seinna dagin, og hann snøgt sagt hølvaði kappingarneytarnar av við tíðini 56:44. Honum á baki var tað Jóanis Albert, sum knógvaði triathlon-stjørnuni Guðmundi við 1:00:05 aftuímóti 1:00:12 hjá Guðmundi.
Leygardagin var so seinasta greinin í røðini á skránni. Tá snúði tað seg nevniliga um býarkoyring. Talan var um ein tein, ið vardi 45 minuttir, og varð koyrdur á Akranesgøtu, Millum Horna, Velbastaðvegnum og Marknagilsvegnum. Spenningurin í kappingini var uttan iva, um tað mundi fara at eydnast Gunnari Dahl Olsen at fáa hattrikkið í hús, ella um tað skuldi eydnast Guðmundi Joensen at sleppa ovast á sigursskammilin. Úrslitið gjørdist, at Gunnar eisini vann hesa greinina, og tískil setti hann punktum á eitt framúrskarandi avrik, har hann fekk hattrikk við at vinna landavegsúkklingina, einkultstartin og býarkoyringina.