Gunnar: Eg vil meira

Gunnar Nielsen gjørdist í gjár fyrsti føroyingurin at umboða eitt Premier League-felag í einum týðandi dysti. Ungi havnarmaðurin er fegin um at vera komin so langt, men hann vil meira. Hann sat á bonkinum allan dystin, tá Manchester City vitjaði í Scunthorpe í FA Cup-kappingini. Sosialurin var á staðnum

Fótbóltur

Tað var ein stoltur og fegin Gunnar Nielsen, ið Sosialurin hitti eftir dystin, sum í roynd og veru var ein lítil kapitul fyri seg í føroysku fótbóltssøguni.
– Eg síggi væl nú, at hetta er stórt, men í løtuni var eg bara fokuseraður upp á uppgávuna og hugsaði ikki so nógv um støðuna, sum eg var í, segði Gunnar, sum í fjørvár skifti til Manchester City.
Hann hevur verið í hópinum fleiri ferðir, men hetta er fyrstu ferð, at hann er millum teir 18, sum sleppa á sjálvan dómaraseðilin.
– Tá eg bara eri í hópinum, er tað bara sum at fara til ein fótbóltsdyst, men hesa ferð var sjálvandi heilt øðrvísi. Kemur ein skaði ella eitt reytt kort, so skal eg inn at levera. Eg var sjálvandi spentur og uppsettur upp á ein heilt annan máta enn vanligt, sigur hann.

Stjørnuupphiting
Góðar tjúgu minuttir yvir trý komu Gunnar, málmansvenjarin og Stuart Taylor, sum vardi málið hjá Manchester City í gjár, út at hita upp.
– Eg royndi bara at hugsa um uppgávuna, men sjálvandi legði eg merki til umstøðurnar og ikki minst allar Manchester City-áskoðararnar, ið vóru komnir longu leiðina til dystin, segði Gunnar, sum sat á bonkinum saman við monnum sum Craig Bellamy, Micah Richards, Shaun Wright-Phillips og Gareth Barry.
Upphitingin byrjaði við, at teir tríggir tosaðu saman eina løtu, áðrenn Gunnar fór í holt við at hita Stuart Taylor upp. Tá Taylor var upphitaður, stillaði Gunnar seg í málið, meðan millum annað Martin Petrov, Robinho og Craig Bellamy royndu seg við skotum.
Serliga Petrov rakti bóltin væl, og tað gingu eisini bara nakrir fáir minuttir, áðrenn hann í sjálvum dystinum hevði lagt Manchester City á odda ímóti Scunthorpe United, sum í løtuni er millum lægru liðini í næstbestu ensku deildini.

Ungir fáa kjansin
Síðani Roberto Mancini tók yvir eftir Mark Hughes, hevur hann ikki verið bangin fyri at givið teimum ungu og óroyndu spælarunum møguleikan, og tað kann sjálvandi gerast kjansurin hjá Gunnari, hóast hann sum málmaður er í einari øðrvísi støðu.
– Mancini hevur torað at satsað upp á teir ungu, men tað er eitt sindur øðrvísi við málmonnum. Tað er sjáldan, at triði málmaður sleppur upp í part, uttan so at tað eru skaðar ella leikbann, sigur Gunnar.
Føroyskur fótbóltur hevur leingi bíðað eftir hesari løtuni. Bæði Ingi Højsted og Christian Restorff Mouritsen hava roynt seg í ávíkavist Arsenal og Manchester City, men báðir vóru stak óhepnir við skaðum. Eisini royndi núverandi landsliðsspælarin, Jóhan Troest Davidsen, seg í Everton eitt tíðarskeið, men heldur ikki hann kom so langt sum at umboða sítt felag í bestu deildini.

Eitt stórt stig
Gunnar kom heldur ikki so langt í Blackburn, men hendan kalda sunnudagin í Scunthorpe kundi hann taka enn eitt stig fram á leiðini.
– Eg havi vant nógv fyri at koma so langt, og eg eri fegin um, at tað hevur eydnast so væl. Hetta var eitt stórt stig, men vónandi kann eg koma enn longur, sigur Gunnar, sum málrættaður fór av landinum í 2002, fyri at útliva ein dreym um at blíva fulltíðarfótbóltsspælarari á altjóða stigi.
Nú hann fyri fyrstu ferð stóð á dómaraseðlinum, vann Manchester City 4-2, eftir at hava verið á odda 2-1 í hálvleikinum. Martin Petrov, Nedum Onuhoa, Sylvinho og Robinho skutu málini, sum tryggjaðu liðnum enn eitt umfar í FA Cup-kappingini, tá liðið skal taka ímóti Stoke á heimavølli.
Áskoðararnir hjá Manchester City brúktu annars tað mesta av seinna hálvleiki at løða upp til seinnu hálvfinaluna í Carling Cup-kappingini. Teir sungu ikki um annað enn grannarnar í Manchester United. Tá tann dysturin verður, verður Sosialurin eisini við á Old Trafford og fylgir gongdini.