Gunnar Nielsen og Christian Lamhauge Holst byrjaðu inni tá Silkeborg í kvøld tapti 1-0 fyri Esbjerg. Ari Mohr Jónsson sat á bonkinum allan dystin.
Silkeborg er framveis botnproppur í donsku Superliguni, sum er besta deildin í Danmark. Esbjerg var annars lítið betri enn Silkeborg, sum eins væl kundi havt vunnið rótuta dystin í Silekborg.
Einsamalla málið kom stutt inn í seinna hálvleik, tá ein framherjin hjá Esbjerg varð spældur leysur móti málinum. Gunnar kom út í móti, men fekk ikki vart fyri. Bólturin endaði fyri føturnar á íslendska Arnór Smárason, sum tætt undir málinum skoraði til 1-0.
Christian Lamhauge Holst varð skiftur í hálvleikinum, meðan Gunnar Nielsen spældi allan dystin. Silkeborg hevur framvegis 28 stig. Tað hava AC Horsens og Brøndby IF eisini, men tey hava spælt ein dyst færri.