Manchester City spælir á útivølli móti Scunthorpe í enska FA-Cup, og nú Given er skaddur, kann hetta gerast møguleikin hjá Gunnari Nielsen.
Hann hevur seinastu tíðina verið fastur maður í 23 manna-hópinum, men kortini hevur hann enn ikki sitið á beinkinum til dyst hjá besta liðnum. Tað plássið hevur 30 ára gamli Stuart Taylor havt, og tí er hann kanska favorittur til at byrja inni í morgin.
Í aðrar mátar er talan eisini um spennandi dyst hjá Manchester City. Nýkeypti Patrick Vieira er við í hópinum, og tað sama eru Stephen Ireland og Emmanuel Adebaoyor, sum báðir hava verið skaddir - og altso eisini Gunnar Nielsen.











