Gunnar bíðar eftir Hughes

Nú bíðar føroyski Gunnar Nielsen nú eftir einum sáttmálaútspæli frá Mark Hughes og Blackburn.

Gunnar vandi við enska felagnum í farnu viku, og har gekst rættiliga væl. – Beint nú bíða vit eftir eini afturmelding frá Mark Hughes. Eg veit ikki, hvat tað verður til, men felagnum og venjaranum dámdu í øllum førum tað, sum teir sóu, sigur Barry Silkman, sum umboðar Blackburn í møguliga handlinum. Føroyski umboðsmaðurin hjá Gunnari er Jákup í Stórustovu.