Gunnar Nielsen spældi annan hálvleikin í venjingardystinum hjá Frem ímóti LFA leygardagin. Frem skuldi spæla ímóti Skjold í donsku 1. deild, men dysturin varð avlýstur orsaka av frosi í vøllinum. Allir teir tríggir føroysku spælararnir hjá Frem komu á vøllin í hálvleikinum. Jónas Tór Næss spældi høgri bakkur, Atli Gregersen í miðverjuni, og Gunnar Nielsen stóð í málinum. Gunnar hevur verið plágaður av einum skaða seinastu vikurnar, men nú var hann aftur at síggja vøllinum. Einki mál kom í dystinum.