Hóast Gunnar Nielsen var valdur til dagsins spælara hjá Motherwell í Europa League dystinum móti russiska Kuba í Europa League, so er hann aftur á bokinum hjá Motherwell í dag.
Tað hevur ikki eydnast Gunnari at vinna plássið millum stengurnar frá Lee Hollis, sum hevur fingið lovað frá venjaranum, Stuart McCall, at fáa møguleikan í ár, eftir at hann ikki hevur spælt seinnu árini.
Gunnar Nielsen sigur við Scittish Daily Record, at hann er ikki sinnaður at taka til takkar við at sita á bonkinum, sum hann gjørdi í Manchester City og Blackburn, men ætlar at vinna plássið frá Lee Hollis. Hann ásannar tó, at so leingi Lee Hollis spælir væl, so verður torført hjá venjaranum velja hann framum Lee Hollis.
Motherwell spælir í dag móti Aberdeen í skotsku Premier League.