Gundur verður á miðjuni í Fløtugerði

Betri deildin menn: Gundur E. Petersen hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við ÍF

Lokali Gundur E. Petersen hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við barndómsfelagið, ÍF. Miðvallarin hevur verið fastur partur av miðvøllinum í ár. Gundur E. Petersen er lokalur spælari, sum spældi allar 27 dystirnar í landskappingini. Hann hevur bara spælt við ÍF.

 

- Gundur hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við ÍF. Vit í ÍF eru sera fegin um, at Gundur ynskir, at halda fram tvey tey næstu árini hjá okkum, skrivar ÍF.

 

Aleksandur Jovevic heldur fram sum venjari.