Hetta hevur verið árið hjá B36, og hetta hevur ikki verið árið hjá HB. Tað sigur stigatalvan, og soleiðis er tað.
HB hevur vunnið FM tvey tey seinastu árini, og síðsta sunnudag, tá ið B36 vann 2-1 í Runavík, varð tað greitt, at FM heitið triðja árið á rað verður í høvuðsstaðnum.
Nýggju meistararnir seta punktum fyri árinum, tá ið úrtøkan hevur verið størri, enn hon nakrantíð áður hevur verið hjá nøkrum liði, við lokaluppgerð. Hóast úrtøkan hevur verið stór, so eru teir í B36 ikki mettir. Nú skal arbeiðið gerast heilt liðugt. Um tað hevði kiksað ímóti HB, so hevði kenslan verið, sum hon er í kappróðri hjá teimum, sum vinna FM, men sum ikki vinna á Ólavsøku. Ta støðuna ynskja B36 spælararnir ikki at koma sær sjálvum í.
Hugburðurin hevur alt kappingarárið verið góður. Í morgin fara øll tey, sum stuðla B36, í Gundadal. Prikkurin yvir i-num í framúr kappingári er at vinna á grannunum og í søguligum høpi væl meiri gullklædda HB liðnum, og ta gleðina ætla spælarnir ikki skal oyðileggjast av vánaligum avriki og soltnum úrsliti ímóti HB.
Sjálvsálitið er í lagi í B36 leguni, og tað verður farið undir síðstu avbjóðingina í ár við eyðmýkd, men samstundis við vissuni um, at nú er tað árstalsfelagið, sum betri enn grannafelagið er ført fyri at seta treytirnar.
Allir B36 spælararnir eru tøkir, og tað er stór kapping um at vera millum teir fyrstu ellivu í ársins síðsta dysti.
Plástrið
Á næstsíðsta leikdegi gjørdist tað greitt, at HB eisini næsta ár verður partur av bestu deildini. Kappingarárið hevur verið eitt tað soltnasta nakrantíð. At lættin kom úr Vágum, har B68 vann, meðan HB enn eina ferð legði rygg til tap á heimavølli – hesa ferð 3-1 ímóti KÍ – undirstrikar, hvussu støðan hevur verið og er.
Í HB hava tey ásanna støðuna og valdsbýtið, sum tað í løtuni er í Gundadali. Men samstundis býr eitt ynski í norðaru leguni um, at tað hevði ikki verið so galið, um tað í morgin hevði eydnast at vinna ímóti B36. Í HB ætla tey at gera sítt besta, men tað verður ikki fjalt yvir, at talan er um stóra avbjóðing, har teir reyðu og svørtu so at siga bara kunnu standa seg betri, enn tað frammanundan verður roknað við, at teir skulu gera. Undir øllum umstøðum kemur tað fyri HB væl við, at nú verður lok lagt á kappingarárið, og at tað harvið verður friður til rættuliga at fara undir fyrireikingarnar til 2012.
Men einki er at taka seg aftur í, at talan er um ein av størstu B36 døgunum nakrantíð, nú 9. FM heitið er komið til høldar, og tí er tað, at Gundadalur í morgin fer at guva av gulli!









