Gummi Ben: - Guð er íslendskur og tað er Hannes eisini

(Video) Gummi Ben gjørdist heimskendur undir EM í 2016, og hann er framvegis deiliga "svakur"

Vit sum sótu á trappuni í í Vágsbotni í Havn í dag høvdu eina sera góða stund saman við íslendska fótbóltslandsliðnum, tá "Strákarnir" megnaðu javnleik 1-1 ímóti Argentina.

 

Men eitt stórt minus var, og tað var, at vit sluppu ikki at hoyra frásøgnina hjá ótrúliga íslendska frásøgumanninum, Gummi Ben. Vit máttu noyðast við DR.

 

Gummi Ben gjørdist heimskendur aftaná EM-endaspælið í Fraklandi í 2016, og vit kunnu fegnast um, at Gummi Ben framvegis er deiliga "svakur", meint uppá tann góða mátan.

 

Tá Hannes Haldórsson bjargaði brotssparkinum hjá Lionel Messi fann Gummi Ben fram enn nøkur legendarisk lýsingarorð, ið eisini verða partur av stoltu ítróttarsøgu Íslands. Tá Hannes Haldórsson hegnisliga hevði bjargað brotssparkinum hjá Lionel Messi segði Gummi Ben: - Guð er íslendskur, og tað er Hannes eisini.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr frásøgnina Gummi Ben hevði í samband við brotssparkið Hannes Haldórsson bjargaði.