Stóri uppbakningurin íslendska fótbóltslandsliðið fær í Føroyum er ikki farin framvið í Íslandi, og javnan eru greinar at lesa í íslendskum miðlum um hetta.
Kendi íslendski sjónvarpsfrásøgumaðurin hevði í dag eina heilsu til tey sum hyggja á stórskíggja í Klaksvík, í Vágsbotni í Havn, og aðrastaðni har fólk hyggja eftir HM-dystinum millum Nigeria og Ísland á RÚV.
- Verið hjartaliga vælkomin til sendingina tit mongu sum hyggja í Føroyum. Eg elski Føroyar, segði Gummi Ben í heilsan sínari tá liðini hjá Nigeria og Íslandi gingu út á leikvøllin í Volgograd í Russlandi.
Frá Motus Sport í Klaksvík frættist, at íslendskar landsliðstroyggjur ganga sum heitt breyð í Føroyum, so talan er veruliga um stóran føroyskan stuðul til íslendska fótbóltslandsliðið.









