Gult kort til Jóan Símun í greiðum tapi

Jóan Símun Edmundsson fekk fulla spælitíð í greiðum 0-3 tapi í donsku superliguni

Randers FC, sum ikki hevði Brand H. Olsen í hópinum tók ímóti OB í dysti í donsku superliguni í dag.

 

Talan gjørdist um fulla spælitíð til Jóan Símun Edmundsson, sum saman við liði sínum tapti 0-3 í dag. Mayron George legði Randers FC á odda, tá bert átta minuttir vóru spældir. Í seinni hálvleiki økti Mikael Ishak til 2-0 í 60. minutti, og ímóti dystarenda staðfesti sami Miakel Ishak sigurin. Jóan Símun Edmundsson fekk gult kort seint í fyrra hálvleiki.

 

OB hevur nú tapt sjey dystir á rað, og teir liggja næstaftast við bert 10 stigum. Betri standur er hjá Randers FC, sum liggur á triðja plássi við 23 stigum.

 

Komandi sunnudag vitjar Randers FC liðið hjá Halli Hanssyni, AC Horsens. OB tekur ímóti oddaliðnum, FC Keypmannahavn, sum verður ein ógvuliga møtimikil uppgáva.

 

Støðan í donsku superliguni :

 

1FCK13    850   27:629
2Brøndby1365230:1123
3Randers FC1365218:1423
4Midtjylland1255225:1420
5SønderjyskE1355318:1620
6Lyngby1262412:1020
7AaB1253415:1518
8AC Horsens1346318:1918
9Nordsjælland1334616:2213
10AGF1334614:2313
11Viborg1333712:1712
12Silkeborg1325614:2711
13OB1324711:2010
14Esbjerg121479:257