Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur gjørt av, at eitt gult kort, sum verður givið í einum unglingadysti eftir 1. august í ár, skal hava við sær útvísing úr dystinum í 10 minuttir. Harvið skal liðið hjá spælarunum klára seg við 10 spælarum í 10 minuttir. Um ein spælari fær fær gult kort í dysti, skal hetta ikki skrivast á dómaraseðilin. Sostatt fylgjur kortið ikki við til næsta dyst og ber tað ikki til at fáa leikbann orsaka av fleiri gulum kortum í fylgjandi dystum. Um leikari fær 2 gul kort í einum dysti, og harvið fær tað reyða kortið, má lið hansara leika við 10 leikarum restina av dystinum, eins og vanligt.
- Endamálið við hesari broyting er, at leikarar fáa størri virðing fyri gulu kortunum, so at hesir verða betri skúlaðir og klárir til avbjóðingini tá teir koma til vaksnamannadeildirnar, sigur FSF í skrivi.










