Gult FM-gull

Argjabáturin bjóðaði leingi av, men so var Heiðabáturin sannførandi, og við sigrinum tryggjaði gula 8-mannafarið sær fyrsta FM heitið av øllum í ár

Tað gekk, sum tað plagar. Guli Heiðabáturin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ var fyrstur á mál í kappingini millum 8-mannafør. Hetta var sætti sigurin av seks møguligum hjá Heiðabátinum, og tá ið tað hevur verið eitt sindur av skiftingum millum teir, sum hava verið næstfyrstir, so bar sigurin endaliga staðfesting við sær um, at favorittarnir umborð á Heiðabátinum hava vunnið FM í 2008.

Heiðabáturin hevur 42 stig. Árnfirðingur endaði á triðja plássi. Í FM kappingini eru árnfirðingar á silvurplássi. Teir hava 33 stig og hava tískil ongan møguleika at røkka Heiðabátinum. Spurningurin, um Árnfirðingur fer at vinna silvur í FM kappingini, verður ikki svaraður fyrrenn á ólavsøku.

Hesa ferð vann Argjabáturin á Árnfirðingi. Harvið løgdu argjamenn seg upp á síðuna á teimum úr Árnafirði. Tí er kappingin um FM silvurið púra opin.

Eftir at tað fleiri ferðir ikki hevur verið so sannførandi hjá teimum á Argjum, lá væl fyri í dag. Argjabáturin var fremstur í startspurtinum, og Argjabáturin megnaði at halda tørn um næstfremsta plássið. Leingi høvdu argjamenn hug at bjóða Heiðabátinum av, men í tí kappingini gjørdust teir ov stuttir.


Mynd: Heiðabáturin

Tað eru bara silvurmerkini, sum nakar spenningur hevur verið um í ár. Og sum fyrsti báturin kann Heiðabáturin nú við vissu rópa seg føroyameistara í 2008

Mynd: Jens Kr. Vang