Hjá B36 royndist kappingarárið einki serligt, tá tosast skal um gullmerki. Í flestum førum mátti árstalsfelagið eisini hyggja skeivt at grannunum, sum struku avstað við gullinum í fleiri deildum, men tó ikki alla staðni.
Hjá gentum 12-14 ár eydnaðist nevnliga B36 at tryggja sær gullmerkini. Og fyri kvinnufótbóltin í felagnum man hetta í øllum førum vera ein hugalig staðfesting. Her hevði B36 annars leingi eina oddastøðu, men seinnu árini er hendan í øllum førum heilt yvirtikin av KÍ, tá tosast skal um bestu deildina. Og heldur ikki hjá teimum 14-17 ára gomlu stóð nakað serligt til hjá B36, sum als ikki hevði lið í deildini í ár. Men tann veruleikan rokna tey tó við at broyta til komandi ár, og sum gullmerkini í ár vísa, so skuldi fortreytirnar fyri hesum verið góðar.