Gullvenjarin vitjar á Rás 2

Í gjár vann NSÍ sítt fyrsta føroyameistaraheiti í fótbólti, og mong halda, at venjarin Johan Nielsen hevur havt ein avgerandi týdning fyri, at tað umsíðir bar til hjá NSÍ at náa heilt fram í føroyskum fótbólti.

 

Johan Nielsen er mest royndi føroyski venjarin, og hann er eisini tann mest vinnandi. Mánadagin kl. 10.30 vitjar Johan Nielsen í morgunsendingini á Rás 2, og har fer hann at svara spurningum um gullárið hjá NSÍ og føroyskan fótbólt annars.