Vøksturin í føroyska búskapinum hevur verið stórur hesi seinastu árini. Men dansurin um gullkálvin er við at vera av á hesum sinni, tí tekin eru um, at vøksturin fer at vera meiri vanligur hesi næstu árini.
Tað er niðurstøðan hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, nú hon hevur lagt fíggjarlógina fyri næsta ár, fram.
Hon ásannar, at ynskini eru mong, nú valár er næsta ár, og hon ásannar, at tað stóra takið hevur verið at ganga ynskum á møti, uttan at sleppa teymunum, tí næsta ár, fara útreiðslurnar ikki at hækka nakað serligt.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hava greiða frá, hvussu hon metir fíggjarlógina fyri næsta ár, og hvar hon sær tekin um, at tær góðu tíðirnar eru við at hæsa av. Seinni hava vit eisini viðmerkingar frá Jørgen Niclasen, Bárði S. Nielsen og Jenisi av Rana, sum allir eru í andstøðu.