Gullradio: Fantastiskt at endurvinna FM

(Gullradio) Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen fegnast um eitt gott kappingarár hjá felagnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Gullradio-samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Víkinga-formannin, Brand Jacobsen.

 

Brandur Jacobsen heldur tað verða fantastiskt at endurvinna FM. Saman við góðu úrslitunum í Champions League-undankappingini, silvurheiðursmerkinum í 1. deild, bronsuheiðursmerkinum í 2. deild og góðum úrslitum í yngru deildunum hevur verið talan um eitt framúr gott ár hjá felagnum.

 

Brandur Jacobsen hevur roynt at sita í nevnd hjá gamla GÍ, tá tað gekk minni væl ítróttarliga og fíggjarliga, og hann er tí sera fegin um góðu gongdina í felagnum, har úrslitið, bæði ítróttarliga og fíggjarliga er hugaligt hjá teimum, sum sita í nevndini í tí Brandur Jacobsen nevnir ein "sunnan felagsskap".

 

Við endan av samrøðuni fekk Brandur Jacobsen høvið at senda eina heilsu til stuðlar, fjepparar, leikarar o.o. ið varða av Víkingi.