TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Gullradio-samrøðuna Petur Asbjørn Lervig hevði við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen.
- Alt fall í hakk hjá okkum í ár, staðfestir ein fegin Atli Gregersen. Atli sipar ikki bara til FM-gullið í effodeildini, men eisini til unga 1. deildarliðið, sum vann silvur. Atli Gregersen greiðir frá, at Víkingur hevur eina "Rullandi skipan", har nakrir yngri spælarar verða spældir inn á besta liðið.
Atli Gregersen slær fast, at fótbóltur hevur nógv at siga í Leirvík og í Gøtu. Atli hevur hug at samanbera fótbóltin við religión í Gøtu og Leirvík: - Er tað nakrastaðni, at ein fær stórar upplivingar, so er tað í Víkingi, sigur Atli Gregersen avgjørdur. Hann viðgongur tó, at tað er ikki stuttligt at fara til handils hjá PE í Norðragøtu, um Víkingur hevur tapt dagin fyri.
- Fólk eru kanska ræðuliga troytt av okkum, men vit ætla okkum at vinna aftur komandi kappingarár, slær Atli Gregersen fast.