SÍb er steypavinnari hjá monnum í flogbólti. Tað er veruleiki aftaná ein spennandi fimmsettara í stórhøllini á Hálsi í Havn fyrr í dag.
SÍ vann 3-2 við settmuninum 25-20, 20-25, 25-27, 25-19 og 15-9.
Aftaná dystin prátaði frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen beinleiðis á Rás2 við spælarar, venjara og fjeppara hjá SÍb.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátini Hilmar Jan Hansen gjørdi við umboð fyri SÍb.
Raðfylgjan er:
1) Ingi Ole-Jacobsen
2) Jørgen Niclasen, leikandi venjari
3) Jón Nielsen
4) Røða: Magnus Tausen, formaður í FBF
5) Handan av gullheiðursmerkjum og steypi
6) Jón Falkvard
7) Jóhan Petur á Stongum
8) Jákup á Stongum, fjeppari
Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Bartal Eliasen hjá ÍF hoyrist HER
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum, og samanumtøkan hjá Hans Fróða Jensen, viðmerkjara á Rás2 hoyrast HER