Gullprísurin setir nýtt met

Triðja dagin á rað hevur gullprísurin sett met. Í morgun vann prísurin seg upp á 1.059 dollarar pr. ounce, svarandi til 172.592 krónur fyri kilo. Seinnu árini er gullprísurin meira enn tvífaldaður. Búskaparliga niðurgongdin hevur merkt, at íleggjarar heldur vilja seta pening í føst virði, og nú dollarkursurin er komin undir álvarsligt trýst seinastu dagarnar, er gullprísurin lopin enn longur upp.