Prísurin á gullið setir støðugt nýtt met. Eitt tekin um, at fíggjarkreppan ikki er av, metir amerikanskur fíggjarserfrøðingur. Curtis Hesler skrivar í seinastu útgávuni av Forbes, at metprísurin á gulli er tekin um, at íleggjarar framvegis ikki hava álit á, at fíggjarkreppan er hæsa av. Og at hesir tí heldur velja at seta pening í tryggastu virðini, sum eru á marknaðinum. Teirra millum er gullið.
Prísurin á gulli var í gjár 1.140 dollarar fyri hvørt ounce, og fyrr í vikuni varð met sett við 1.150 dollarar/ounce.
Sjálvur hevur Hesler fyrr sagt, at gullprísurin væl kann koma upp á 1.600 dollarar/ounce, og hetta metir hann framvegis vera ein realistiskan møguleika.