Gullparið heldur fram

Sigfríður Clementsen og Magni Mohr standa eisini á odda fyri EB/Streymi, tá kappingarárið 2009 byrjar. Hetta kundi Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, boða frá fríggjamorgunin. Hann vitjaði á Rás2, sum sendi Gullradio frá Inn við Norðskála í dag, og har kundi hann avdúka, at gullparið, Sigfríður Clementsen og Magni Mohr, eisini stendur við róðrið komandi kappingarár.