Gullpakkin - ongar óvæntaðar útreiðslur

Sum nakað heilt nýtt kemur Auto Service við einum nýggjum produkti, ið nevnist Gullpakkin, har kundin ongar viðlíkahaldsútreiðslur hevur av nýggja bilinum í trý ár

Eftirlit og viðlíkahald av bilum kann verða ein stór útreiðsla fyri bileigarar, men nú ber til at ogna sær ein nýggjan bil og bert gjalda avdrøg, vegskatt, trygging og dekk í trý ár.


Auto Service bjóðar nú eitt nýtt produkt, sum teir sjálvir hava ment. Talan er um Gullpakkan, sum er tað fyrsta produktið av sínum slagi innan keyp og sølu av bilum.


Tá kundin keypir nýggja bilin, er Gullpakkin við í keypinum. Eisini fær hann eitt skjal, sum vísir, hvat Gullpakkin umfatar. Avtalan er galdandi í trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna og fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.


Tá keypssáttmálin er undirskrivaður, veit kundin, at hann fær ongar óvæntaðar útreiðslur av bilinum. Tað einasta hann skal gjalda afturat avdrøgunum er vegskatt, trygging, brennievni og dekk.


Øll bilmerkini


Gullpakkin virkar sum ein trygging, sum tryggjar kundan ímóti óvæntaðum útreiðslum í trý ár.

Pakkin er galdandi fyri øll bilmerkini, sum Auto Service umboðar: Opel, Nissan, Peugeot, Saab og Chevrolet.


Í fyrstu atløgu er Gullpakkin bert galdandi fyri privatbilar, ikki bilar sum verða brúktir til vinnuligt endamál sum t.d. hýruvognar, skúlavognar, vørubilar ella leigubilar.


Gullpakkin dekkar øll eftirlit og viðlíkahald av bilinum sum t.d. arbeiðsløn, eykalutir, olju, sprinklaravesku, útstoyt, stoytdoyvarar, perur og viskarabløð. Alt hetta er ókeypis í trý ár ella 90.000 km


Árni Rasmussen, stjóri hjá Auto Service, sigur, at teir sjálvandi mugu hava síni fyrivarni. Gullpakkin dekkar sjálvandi ikki skaðar, herverk, stuldur og kosmetiskt arbeiði. Hann leggur afturat at í staðin fyri at brúka pengarnar til eftirlit og umvæling av bilinum, kann familjan heldur brúka pengarnar til tað, sum tey sjálvi hava hug til.


Gullpakkin gevur kundanum økonomiskan tryggleika. Hann fær ongar óvæntaðar útreiðslur til viðlíkahld av bilinum. Av tí at kundin ikki skal gjalda, tá hann kemur til eftirlit og annað viðlíkahaldsarbeiði av bilinum, vænta vit, at allir bilarnir koma til eftirlit, og trygdin verður sostatt í hásæti, bæði fyri okkum og fyri kundan, tí bilurin verður viðlíkahildin eftir forskriftunum. Kundin ger sína egnu fíggjarætlan, sum heldur í trý ár. Umframt avdrøgini skal hann bert gjalda vegskatt, trygging, brennievni og dekk, sigur Árni Rasmussen.