Gulllaksur og upsi á Beta

Fleiri landingar hava verið á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará hesa vikuna

Fiskivinna

 

Landararnir hjá Beta í Saltangará hava havt rímiliga nógv at gera hesa vikuna. Teir hava landað bæði gulllaks, upsa, longu og svartkalva.

Í dag landar Vestmenningur eini 120.000 av upsa.

Vestmenningur og Fram eru annars á gulllaksaveiði, men í løtuni liggur Fram við maskinskaða. Hendan túrin hava Vestmenningur og Safir verið í “lag”, meðan bíðað verður eftir, at Fram verður klárur, helst um einar 14 dagar ella so.

Sum skilst, skal Fram hava nýggjan aksil.

Vestmenningur og Fram hava saman verið fýra túrar á gulllaksi, og farið verður aftur á gulllaks, tá Fram er klárur til fiskiskap aftur.

Eysturbúgvin hevur eisini landað í Saltangará í dag. Teir høvdu eini 200.000 pund av gulllaksi. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin partrola, og Vesturbúgvin landar í Vestmanna, har tey eisini arbeiða gulllaks.

Hósdagin landaði línuskipið Váðasteinur hjá Beta. Teir høvdu eini 80.000 pund. Størsti parturin av veiðini var longa.

Polarhav og Stjørnan landaðu eina stóra last av gulllaksi í Saltangará hósdagin. Teir høvdu 430.000 pund tilsamans.

Mikudagin landaði ísfiskatrolarin Kalsevni 140.000 pund. Kalsevni partrolar saman við Grími Kamban, sum landaði aðrastaðni.

Mánadagin var garnaskipið Vesturland í Saltangará. Teir høvdu umleið 40.000 pund av havtasku.