Gulllaksi dámar sól og summar

- Besta tíðin er oftast miðskeiðis á degnum, beint fyri middag ella tíðliga seinnapartin. Fiskiskapurin roynist ofta best í góðum og klárum veðri, og tað er ikki verri, um sólin stendur hægst á himmalinum, sigur skiparin á Vestmenningi, Arvid Petersen, sum heldur, at tað verður seinur dagur, áðrenn menn gerast klókir upp á gulllaksin

Gulllaksaveiða

 

Eins og undanfarin ár, verða trý pør á gulllaksaveiði í ár. Polarhav og Stjørnan hava longu gjørt einar fýra túrar, Vestmenningur og Fram hava gjørt fyrsta veruliga túrin, og tá Eysturbúgvin verður liðugur á Tórshavnar Skipasmiðju, loysa Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eisini.

Hetta er flotin, sum seinnu árini hevur fiskað gulllaks í summarhálvuni.

Skipini plaga at byrja um mánaðarskiftið apríl/ mai, og tey plaga at vera á hesi veiði til út í september og onkuntíð heilt út í oktober.

Tvey virki keypa gulllaks frá skipunum í ár. Tey eru Tavan í Leirvík, sum má sigast at vera pionerurin innan hesa vinnu og nýggja gulllaksavirki, Atlantis í Vestmanna.

Vestmenningur, Fram og Vesturbúgvin fara aftur í ár at landa í Vestmanna, meðan Polarhav, Stjørnan og Eysturbúgvin landa í Saltangará.

 

Landaðu mánadagin

Vestmenningur og Fram landaðu í Vestmanna mánadagin, sum var 2. hvítusunnudagur. Skipini høvdu stívliga 200 tons, sum tey fingu á Føroyabanka og syðri eftir einari lítlari viku. Skipini taka út við 300 tons tilsamans, so tey vóru ikki full hendan túrin.

Skiparar á Vestmenningi eru Jónsvein Haraldsen og Arvid Petersen, og hendan túrin var Arvid á brúnni.

- Nú vit eru á gulllaksi eru skiparar og maskinmenn vanliga tveir túrar umborð og tveir í landi, meðan dekkararnir eru tveir túrar umborð og ein í landi, sigur Arvid.

Sjey mans eru við hvørjum skipi hvønn túrin, og einir 24 mans eru soleiðis knýttir at Vestmenningi og Fram í gulllaksatíðini.

Hann vísir á, at skipini fyrst gjørdu ein stuttan túr fyri at fáa nøkur tons av gulllaksi, so nýggja virkið í Vestmanna kundi royndarkoyrast.

- Vit vóru úti í fýra dagar og fingu 120.000 pund. Hendan túrin vóru vit bara á Føroyabanka.

Arvid sigur, at túrurin, sum endaði um hvítusunnuna, var hin fyrsti veruligi gulllaksatúrurin hjá skipunum í hesi vertíðini.

 

Eingin hjáveiða

Skiparin sigur, at hendan túrin var lítið av svartkjafti uppi í veiðini.

- Vit sóu ongantíð svartkjaftaskipini, og svartkjaftur órógvaði ikki veiðina.

Hann vísir á, at viðhvørt royna gulllaksaskipini um somu leiðir og kunnu síggja hvørt annað onkrar dagar.

- Tá roynt verður, har svartkjaftaskipini eru, kann íblandingin av svartkjafti viðhvørt órógva arbeiði at fáa gulllaksin til høldar, tí so nógv verður at skilja frá. Í aðrar mátar er hjáveiðan í gulllaksafiskiskapi ógvuliga lítil. Tú fært onkran hendinga upsa og onkran kongafisk, men hetta er einki nevnivert, sigur Arvid.

Skiparin sigur, at gulllaksurin, sum teir fingu á hesum túrinum, var góður.

- Skal gulllaksatíðin roynast, er neyðugt, at nøgdirnar eru stórar, tí prísurin er væl lakari enn upsaprísurin er í løtuni. Tú kanst ikki vera nøgdur við eini 6-10 tons í hvørjum háli. Veiðan eftir tóg, sum vara einar 5-6 tímar, skal helst verða eini 15 tons, og tá tosa vit um hampiligan fiskiskap.

Hann sigur, at tógini kunnu vera ymisk til longar – alt úr fýra upp í níggju tímar.

 

Best um dagin

- Besta tíðin er oftast miðskeiðis á degnum, beint fyri middag ella tíðliga seinnapartin. Fiskiskapurin roynist ofta best í góðum og klárum veðri, og tað er ikki verri, um sólin stendur hægst á himmalinum.

Arvid heldur, at tað helst verður seinur dagur, áðrenn menn gerast klókir upp á gulllaksin, sum hann tekur til.

- Í veiði eftir øðrum fiskasløgum verður ofta hildið, at skýming og lýsing er besta tíðin, men soleiðis er ikki við gulllaksi. Tú kanst royna og lítið og einki fáa, men so knappliga stingur fiskurin seg uppaftur, og tú hevur rokfiskiskap.

Arvid sigur, at trolini, sum teir hava undir til veiði eftir gulllaksi, er ein blandingur millum botntrol og flótitrol.

- Trolini hava grunn, og meginparturin av veiðini fæst við botnin. Hetta er ikki sum við svartkjafti, sild, makreli ella kongafiski í Irmingarhavinum. Gulllaksur kann standa tættur, men ikki á sama hátt í velduga stórum torvum sum hini uppisjóvar fiskasløgini, sigur hann.

 

Hongur fastur

Hóast gulllaksur ikki verður kruvdur, men fer heilur í lastina, kann tað kortini vera strævið hjá manningini at fáa stór hál í tey 800 pund stóru kørini.

- Tað, sum serliga ger, at fiskurin kann vera tungur og strævin at arbeiða við hjá manningini, er, at hann glíður ikki avstað, sum annar fiskur, men meira at kalla hongur fastur og skal flytast við handamegi, áðrenn hann kemur á bandið, sum førir hann niður í lastina til ísingar.

Skiparin sigur, at tá fiskurin kemur úr sjónum er hann líka sum snikutur, men tá hann so tornar, hongur hann fastur allastaðni.

- Vit plaga at siga, at sleppur tú einum gulllaksi á eina plátu, sum hellir 45 stig, hongur hann fastur og fer ongan veg. Tað er líka við, at hetta er so, leggur hann aftrat.

Arvid sigur, at neyðug er at brúka nógvan sjógv, tá tú fæst við gulllaks, og soleiðis er eisini, tá posin skal tømast niður í pavnin.

- Eitt av teimum tungu arbeiðunum er at fáa fiskin úr pavninum og fram á bandið, sum flytir hann niður í lastina. Neyðugt er at skumpa fiskin við spaka og handamegi lítla pettið frá pavninum og yvir á bandið, og tað kann vera tungt, tá rúgvan er stór, og stutt er millum hálini.

 

Roynist ymiskt

Skiparin á Vestmenningi sigur, at skal gulllaksatíðin roynast hjá skipi og manning, er neyðugt, at væl av fiski er at fáa, tí prísurin á gulllaksi er væl lægri enn prísurin á upsa.

- Vit fáa helst einar 3,50-3,75 fyri kilo av gulllaksi, og tí skulu vit helst fáa eini 220-250 tons um vikuna.

Arvid sigur, at summarhálvan vanliga ikki er besta tíðin til upsa og upsaprísir, men hetta er ikki allur sannleikin.

- Taka vit næstsíðsta summar, fór upsaprísurin upp í gjøgnum – ella heilt uppí 6,75 krónur fyri kilo. Tá góvust vit at veiða gulllaks longu í august og gjørdu nakrar rættiliga góðar upsatúrar.

Skiparin vísir á, at tað eisini hevur sína ávirkan á upsaprísin, at seks partrolarar fara á gulllaks, og minni upsi soleiðis verður á marknaðinum.

Arvid Petersen sigur, at í fjør summar vóru Vestmenningur og Fram eisini lutfalsliga stutt á gulllaksinum, tí Fram breyt motorin, tá skipini høvdu verið nakrar túrar.

- Fram lá í ein mánaða ella so, og síðan byrjaðu vit aftur, men komu soleiðis ongantíð veruliga í gongd við gulllaksinum í fjør summar, sigur skiparin á Vestmenningi.