Gulllaksaskipini aftur á upsaveiðu

Gulllaksatíðin fer nú at verða liðug fyri í ár, fiskiskapurin hevur roynst væl. Í gjár landaðu Vesturbúgvin og Eysturbúgvin 240 tons í Vestmanna, har hollendski frystitrolarin Ariadne tekur ímóti gulllaksinum. Ariadne bíðar nú til Fram og Vestmenningur koma av seinasta gulllaksatúrinum, helst seinni í vikuni, so fer Ariadne fullfermdur avstað, við uml. 1500 tonsum.

Vesturbúgvin og Eysturbúgvin fara nú aftur á upsaveiðu, tað fara hini gulllaksaskipini eisini.