Gullklæddir havnarmenn í Runavík

Føroyameistararnir úr HB høvdu funnið sær gullskógvarnar frá teimum báðum undanfarnu árunum fram úr skápinum, og høvdu stroytt seg við gulli yvir tað heila, tá ið teir vitjaðu í Runavík leygardagin og saman við NSÍ settu punktum fyri kappingarárinum.

Tað glitraði á vøllinum í Runavík leygrdagin, tá ið NSÍ og HB spældu seinasta dystin á árinum. Leikararnir hjá HB høvdu gull í hárinum, á kjálkunum og eftir øllum búnanum.

Lítil ferð á
Fyrstu løtuna av dystinum tóktist tað eisini sum um, at tað einasta spælararnir á vøllinum hugsaðu um var at fáa dystin avgreiddan, og harvið takka fyri árið í ár. HB var føroyameistari undan dystinum, og NSÍ hevði sum so heldur ikki nakað at spæla fyri.
Á HB-liðnum var stuttligt at síggja gomlu kempuna, Kaj Leo Johannesen, aftur standa millum stengurnar, nú Bárður Johannesen var leikbannaður, og Pól N. Joensen ikki var førur fyri at spæla. Sambandsformaðurin vísti eitt sindur av sínum gomlu kynstrum, og hann skal ikki lastast fyri nakað av málunum hjá runavíkingum.
HB legði seg á odda fyri steðgin, tá ið Rógvi Jacobsen skallaði eitt væla innlegg frá Janus Joensen í kassan. Nakað inn í seinna hálvleik blivu runavíkingar skerdir, tá ið Johan Troest Davidsen fekk reyða kortið. Andy Olsen fekk tó javnað fyri NSÍ, tá ið umleið 10 minuttir vóru eftir at leika.
HB svaraði tó beinan vegin aftur, og einans tríggjar avleveringar eftir at bólturin varð givin upp, lá hann í meskunum aftan fyri Jens Martin. Málskjútti var Heðin á Lakjuni.
NSÍ fekk tó javnað áðrenn síðsta bríksl, tá ið teir fingu fríspark á sjálvum brotsteigarmarkinum. Andy Olsen skeyt ígjøgnum múrin, og so var Kaj Leo prísgivin.