Gullið verður handað í døgurðatímanum

Síðsta umfar í bestu kvinnudeildini verður í dag

Alt er, sum tað plagar at vera. Síðsta umfar í kvinnukappingini í fótbólti er á skránni í dag, og tá verða heiðursmerki og steyp handað.

Á hvørjum ári síðani ár 2000 hava tað verið KÍ kvinnurnar, sum hava fingið handað gullkrónur og FM steyp. Soleiðis verður tað eisini í dag, tá ið dysturin í Klaksvík verður liðugur.

Gestirnir í Klaksvík í dag eru kvinnurnar í EBS/Skála. Um tað eydnast EBS/Skála at vinna, so enda bæði liðini við 51 stigum. Málmunurin hjá KÍ er 39 mál betri, enn hann er hjá mótstøðuliðnum, sum skal vinna við nítjan málum í dag, um tað skal eydnast at koppa sektan falda meistaraliðnum. Tí er tað avgjørt, at KÍ í dag fer fyri seytjandu ferð á rað fer at fáa handað steyp og gullkrónur.

 

 

EBS/Skála fær silvurmerkini, og í Gundadali fær B36 bronsukrónurnar, tá ið dysturin ímóti ÍF/Víkingi verður liðugur. Hin dysturin í Gundadali verður millum HB og B68.

 

 

KÍ-EBS/Skála: Rúni Gaardbo kl. 11.30

HB-B68: Andrew Christiansen kl. 13.00

B36-ÍF/Víkingur: Oda Andreasen kl. 15.00