Gullið stendur upp á spæl

Stóru flogbóltsdystirnir í hesum árinum verða spældir í Havn leygardagin. Menninir hjá Fleyr og kvinnurnar hjá TB verða mettir sum favorittar

Flogbóltur

Leygardagin verða steypafinalurnar í flogbólti spældar í Havn. Hesir dystir mugu metast sum størstu flogbóltsdystirnir í árinum, tí sent verður beinleiðis í sjónvarpinum frá dystunum.
Bæði menn og kvinnur spæla steypafinaluna leygardagin, og meðan finalan hjá kvinnum tykist verða rættiliga opin, má toppliðið Fleyr metast sum favorittur í finaluni hjá monnum.
Sambært einum quick-poll, sum er á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum, so halda tey flogbóltsáhugaðu, at TB fer at vinna hjá kvinnum, og at Fleyr fer at vinna hjá monnum.

Klassikari hjá monnum
Tað verða Fleyr úr Havn og Mjølnir úr Klaksvík, sum fara at spæla steypafinaluna hjá monnum, og her er talan um ein veruligan klassikari millum tey nógv vinnandi feløgini.
Seinnu árini hava onnur feløg ofta blanda seg upp í gullstríðið í steypa- og landskappingini, men nú fáa tey bæði sigursvandu feløgini møguleikan at dystast í einum avgerandi dysti aftur.
Fleyr hevur havt eitt sera gott kappingarár í vetur, og liðið liggur eisini greitt á odda í meistaradeildini. Eftir nøkur heldur lak ár hevur Fleyr veruliga styrkt sær um liðið í ár, og tað hevur givið úrslit.
Menninr hjá Mjølni tykjast ikki hava somu styrki, sum teir til dømis høvdu í fjør, men Mjølnir er tó komið nakað fyri seg seinastu vikurnar, og í dysti við SÍ, eydnaðist tað Mjølni at spæla seg í finaluna.

Tey næstbestu dystast
Oddaliðið í landskappingini hjá kvinnum er ikki við í steypafinaluni, og tí verða tað tey næstbestu liðini í deildini, TB og ÍF, sum skulu dystast um steypagullið.
TB hevur verið millum sterkastu kvinnuligu flogbóltsliðini í landinum í fleiri ár, og hóast tað ikki hevur gingið rættiliga soleiðis í ár, so er TB framvegis við í rætta endanum.
Til steypafinaluna fáa tey styrk frá einum av teirra bestu spælarum, Gudrid Nolsøe, sum er komin heim at spæla. Gudrid hevur spælt 36 landsdystir fyri Føroyum, og hon er í hesum høpi tann mest royndi spælarin hjá TB.
Sjónvarpið sendir frá báðum finalunum leygardagin, og lagt verður fyri við kvinnufinaluni kl. 14.20.