Gullið og Europa standa upp á spæl

Víkingarnir ætla, at tað skal vignast betri í dag, enn tað gjørdi, tá ið HB eftir ólavsøku fór úr Sarpugerði við øllum stigunum

Dagsskráin hjá Víkingi er at endurvinna FM heitið.

Dagsskráin hjá HB er at fáa fatur á europeiska atgongumerkinum, sum tað í fjør ikki eydnaðist at vinna, tí HB endaði á fimta plássi.

 

Seinnapartin í dag hittast HB og Víkingur í Gundadali. Sætta august vann HB 3-1 í Gøtu. Í sætta umfari var úrslitið í Gundadali 2-2. Síðstu árini hevur tað oftast verið rættiliga tætt. Síðsti HB sigurin á heimavølli ímóti Víkingi var á krossmessu – triðja mai - í 2015, tá ið úrslitið var 2-1.

-Vit fyrireika okkum at fara suður fyri at vinna øll stigini. Undir øllum umstøðum skal tað ganga betri, enn tað gjørdi síðst vit hittust, og HB fór úr Gøtu við 3-1 sigri, sigur Gunnar Vatnhamar.

Hann hevur av álvara spælt seg inn í hitan, eftir at hann undanfarnu árini ofta hevur verið á beinkinum. Hann hevur verið á vøllinum í øllum landskappingardystunum uttan einum, og fjúrtan ferðir hevur hann verið millum teir fyrstu ellivu.

-Tað er hugaligt at hava fingið møguleikan og at venjarin vísir mær álit. Nú fokusera vit á avbjóðingina ímóti HB, og so fáa vit at síggja. Tað er týdningarmikið ikki at hugsa um fleiri avbjóðingar í senn, sigur leirvíkingurin, sum hevur skorað seks mál í landskappingini higartil í ár.

Allir Víkinga spælararnir eru tøkir.

 

Í HB kendist tað vera lætti, at tað á heimavølli sunnukvøldið eydnaðist at vinna fulla úrtøku ímóti Suðringum. Tað hevur verið eitt sindur upp og niður, men málið er framvegis at røkka europeiskum atgongumerki:

-Tað eru fimm stig frá okkum og fram til B36, sum er á triðja plássi. NSÍ er á fjórða plássi og hevur sum steypavinnari kvalifiserað seg at spæla í Europa næsta summar. Tí skulu vit fáa fatur á B36. Vit eiga innanhýsis uppgerð í Gundadali í síðsta umfari, so tað er ikki ómøguligt at vinna okkum framum B36. Um tað skal eydnast, so er neyðugt at vit vinna úrtøku ídag, sigur HB venjarin Sigfríður Clementsen.

Hjá HB er Sebastian Pingel tøkur aftur eftir leikbann.