Tað er stórur møguleiki fyri, at FM heitið verður í viðførinum, tá ið Víkinga ferðalagið seint seinnapartin fer úr Runavík og inn aftur um Eiðið. Soleiðis verður tað, um B36 ikki vinnur ímóti KÍ, og soleiðis verður tað, um Víkingur megnar í hvussu so er javnleik við Løkin.
Eftir at hann hevur verið NSÍ venjari í tvey ár takkar Anders Gerber fyri seg í Runavík. Seinnapartin verður hann fyri síðstu ferð við stýrisvølin við Løkin.
-Tað hevur nógv at siga fyri okkum at vinna bronsuna. Vit spæla eftir okkara treytum, men vit eru sjálvandi tilvitaðir um, at Víkingur plagar at skora nógv mál í deyðbóltsstøðum. Tað hava vit roynt at fyrireika okkum uppá, at teir ikki skulu megna ídag, sigur Anders Gerber.
Símun Rógvi Hansen, Einar Tróndargjógv og Árni Frederiksberg vóru ikki við í 3-2 sigrinum í Sørvági.
Í øðrum umfari vann Víkingur 1-0 við Løkin, og í trettanda umfari vann NSÍ 2-1 í Sarpugerði.
Tað fer at síggjast og hoyrast millum viðhaldsfólkini hjá Víkingi, at gullið ikki er so langt burtur. Tey fyrireika seg í Sarpugerði, áðrenn tey fara til Runavíkar í vónini um, at FM heitið verður í viðførinum á veg til hús aftur.
Millum spælararnar eru fokus á tí, sum skal ganga fyri seg á vøllinum:
-Tað stendur nógv uppá spælt í sovornum dystum, og tá eru royndirnar kærkomnar, staðfestir miðvallarveteranurin Fróði Benjaminsen hjá Víkingi, sum hevur lyklaleiklut á liðnum hjá meistarunum.
-Í fjør var eg á HB liði, har nógvir vóru blaðungir. Á Víkinga liðnum eru nógvir tilkomnir spælarar. Fyrra partin av árinum varð skemtað við, at vit vóru gamlir gubbar. Nú verður tikið til, at vit eru royndir gubbar, og royndirnar hava víst seg at vera kærkomnar, sigur Fróði Benjaminsen.
Gert Hansen er so mikið skaðadarvaður, at hann verður ikki við ídag.










