Um vikuskiftið hevur Danmarksmeistaraheitið í amboðsfimleiki verið á skránni, og í kappingini vóru tað tveir føroyingar, sum gjørdu um seg. Bogi Berg, sum lesur og íðkar í Danmark, vann DM-gull á lopi, meðan 13 ára gamla Atrið Breckmann úr Havnar Fimleikafelagi vann silvur í lopi og bronsu á bitanum.
Bogi Berg sigur við Sosialin í dag, at hann ikki hevði væntað at vunnið gull.
- Eg var als ikki favorittur til at vinna í lop. Eg havi havt stórar trupulleikar við lopi í longri tíð, og tað hevur verið langt ímillum framstigini, og tí kemur hetta heilt óvart á meg. Tó rakti eg dagin tá eg skuldi, og tað rakk so til gull, sigur Bogi.
Í Sosialinum í dag ber til at lesa meira um DM-kappingina hjá teimum báðum føroyingunum. Har ber eisini til at lesa eina longri samrøðu við Boga Berg.










