Hondbóltur ? kvinnur
Gullgenturnar úr Vestmanna fingu ein skelk, tá tær fyri einari viku síðani púrasta óvæntað máttu lúta fyri VB. Hetta var fyrsta ferðin í tvey kappingarár, at tær máttu lúta fyri føroyskum mótstøðuliði, og hesin bletturin skuldi helst vaskast burtur, tá tær í seinasta dystinum vitjaðu Kyndil.
Friðarligt
Bletturin varð eisini vaskaður burtur, tí uttan stórvegis hóvasták, so vann VÍF dystin, men tað tað var ongan tíð soleiðis, at tær veruliga spældu Kyndil niður og norð.
Kanska var tað orsakað av sorgini um, at ein av bestu mótstøðukvinnunum nú var farin, sum gjørdi tað, og vøkru orðini, sum vórðu borin fram undan dystinum høvdu kanska sítt at siga. Undir øllum umstøðum, so var dysturin leygardagin ein av tí meira friðarliga slagnum. Einki rok, fáir og alt annað enn ógvusligir nærdystir vóru at síggja, og einasta tekin um, at ein dystur veruliga gekk fyri seg, var helst máltalvan, sum so líðandi sýndi ein vaksandi mun millum liðini.
Dysturin sjálvur var tí lítið at skriva heim um, men hóast hetta, so kundu tær hjá VÍF fegnast, tá alt var liðugt. Meistaraheitið hava tær langt síðani fingið til høldar, men hóast hetta, so var gleðin sjónlig, nú seinasta brúkslið varð blást. Leikarar og venjari kundu gleðiliga hálsfevnast, og eftir at venjararnir høvdu fingið obligatoriska luft-túrin, kundi liðskiparin undir stórum fagnaði taka ímóti steypinum, sum VIF hevur vunnið annað árið á rað.
Orkan størsti munurin
Og at gullmerkini hjá VÍF eru uppiborin, er tað neyvan nakar, sum kann sáa iva um. Liðið hevur snøgt sagt verið nógv hitt besta føroyska kvinnuliðið tey bæði seinnu árini, og tað er ikki av tilvild, tá mann vinnur greipuna tvær ferðir á rað.
Eitt, sum tó kann undra í so máta, er, at tein av høvuðsorsøkunum aftan fyri góðu úrslitini hjá VÍF er orkan. Tær hava snøgt sagt verið nógv betri fyri likamliga enn mótstøðuliðini, og tí eiga hesi ikki bert at bera seg undan við at siga, at VÍF er betri. Lat fara, um evnini ikki eru nóg góð til at bjóða oddinum av, men viðvíkjandi orkuni eru tað bert leikararnir sjálvir, sum gera av, hvussu langt hon røkkur, og her hevur VÍF eisini rokkið nógv longsta strekkið.
At tær so eisini hava leikarar, sum skara framúr, er ein onnur søga. At útlendsku- og avbygdakvinnurnar eru bulurin í liðnum, er heldur eingin loyna, men so við hava heimligu leikararnir eisini ment seg. Tær meira royndu, sum eru úr Vestmanna, eru allar í myndini til landsliðið, og í ungu Barbaru á Rógvi hevur felagið eisini ein heimligan leikara við eini bjartari framtíð. So hóast tað neyvan verður sama VÍF-liðið, sum komandi ár fer at stríðast á vøllinum, so skal eingin av mótstøðuliðunum ivast í, at mótstøðan úr Vestmanna framhaldandi fer at verða hørð. Sera hørð.
Dysturin í tølum
Kyndil-VÍF 21-31 (10-15)
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 10(4), Marjun Tróndarson 3, Annika Ljósstein 2, Ann Hansen 2, Ann Mari Wang 1, Palma Petersen 1, Anja Johannesen 1, Jensia Petersen 1
VÍF: Ioana Rápa 11(2), Sóley Mikkelsen 5(1), Nicoleta Radu 4, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4, Barbara á Rógvi 2, Fríða Marjunardóttir 2(1), Alis Høghamar 2(1), Jórun Ludvig 1(1)
Brotskøst: Kyndil 5, VÍF 6
Útvísingar: Kyndil 5, VÍF 2
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Hjalmar Petersen










