Upptakt
Einki er at ivast í, at EB/Streymur er form-sterkasta liðið í Formula-deildini í løtuni. Fimm av seks teimum seinastu ferðunum hava teir fingið øll stigini við sær, og teir ætla sær ikyuiki, at sunnudagin skal verða nakað undantak í so máta.
Til dystin hesaferð verður roknað við, at talan verður um stórt sæð sama fólk, sum var við móti TB. Tað vil siga, at Knút Vesturtún enn ikki er komin fyri seg, og at Jákup Martin Joensen aftur er við í hópinum, tó at hann neyvan byrjar inni.
Hinvegin er eitt lítið ivamál við Bárði Olsen. Hann fekk ein snudd í knæið móti TB, og tá vit frættu úr EB/Streyma-leguni, var framvegis ivasamt, hvørt hann var tøkur sunnudagin.
Hjá B36 tykist einasta fráveran vera Bergur Midjord, sum fekk tveir daga leikbann eftir hendingina á Sevmýri. Klæmint Matras hevur drigist við vøddaskaða seinastu tíðina, men roknað verður fyri vist, at hann verður tøkur hesaferð.









