Gullið fer til Gøtu

Umboð fyri FSF vera í Sarpugerði, har KÍ eftir øllum at døma fer at vinna 8. FM heitið á rað í morgin

Fótbóltsárið hjá kvinnunum endar í morgin. Tá verða tveir teir síðstu dystirnir spældir. GÍ og KÍ spæla í Gøtu, og AB og B36 spæla á Argjum.

Tað er longu greitt, at GÍ hevur vunnið bronsumerkini. Alt bendir á, at KÍ fer at vinna FM og gullkrónurnar. Treytin er, at KÍ vinnur á GÍ. Alt annað enn trý stig til KÍ hevði verið óhugsandi.

B36 hevur í hvussu so er vunnið silvurkrónurnar. Um B36 vinnur á AB, liggur vónin fyri gullinum í, at KÍ kiksar í Gøtu.

Umboð fyri FSF fara til Gøtu við bronsukrónunum til GÍ og gullkrónunum til KÍ og ferðasteypinum. KÍ hevur vunnið FM sjey tær seinastu ferðirnar, og tað ljóðar, at ikki so fáir klaksvíkingar fara undir Leirvíksfjørð seinnapartin í morgin fyri at stuðla einum at stóru ítróttarstoltleikunum í býnum.