Gullið fór til Sundalagið

Sjálvt um Hvassi hevði tryggjað sær meistaraheitið hjá 5-mannaførum við gentum undan ólavsøkuróðrinum, so hava fleiri av róðrunum í ár verið rættiliga spennandi, og tí var ikki óhugsandi, at onkur av hinum bátunum kundi hótta Hvassa

KAPPRÓÐUR

 

Hvassi hevði longu tryggjað sær meistaraheitið hjá 5-mannaførum við gentum undan róðrinum á ólavsøku, men allíkavæl tóktist spenningurin vera stórur undan síðsta róðrinum í ár.

Flerii av undanfarnu róðrunum hava nevniliga verið rættiliga spennandi, og tí var eingin ivi um, at bæði Drekin og Tambar enn einaferð ætlaðu at geva Hvassa ein skarpan gang.

Tað sá eisini leingi út til, at bæði Drekin og Tambar kundu steðga Hvassa, men í endaspurtinum settu genturnar á Hvassa alt uppá pláss, og vunnu sostatt bæði ólavsøkuróðurin og meistaraheitið.

Eftir róðurin fingu vit orðið á Ingibjørg Reinert, róðurskvinnu á Hvassa. Hon var ovurfegin um sigurin á ólavsøku.

- Hetta følist ordiliga deiligt at vinna FM og ólavsøkuna. Fleiri siga, at tað er øgiliga keðiligt ikki at vinna ólavsøkuna, tá man hevur vunnið FM, og tí hevði tað nógv at siga fyri okkum eisini at vinna gull í síðsta róðurin, segði Ingibjørg.

Tað gekk annars ikki so væl hjá Hvassa í ólavsøkuróðrinum, tí stóran part av róðrinum vóru bæði Drekin og Tambar framman fyri tær, men í endaspurtinum megnaðu tær tó at kempa seg upp á fyrsta plássið.

- Eg veit ikki heilt, hvat hendi hjá okkum í dag. Eg haldi, at vit róðu gott, men alt riggaði bara ikki ordiliga sum tað skuldi. Vit vistu tó, at vit høvdu ein øgiliga góðan endaspurt, sum kundi bjarga okkum, og tað gjørdi hann eisini í dag, segði ein stórsmílandi Ingibjørg.