Kappingin um gullið kundi ikki verði meiri spennandi, tá ið 1. deild og hinar deildirnar telvaðu seinastu leikirnir í FM-liðkappingini 2006/2007.
Metstór mannamúgva trokaðist kring talvið á 4. borði í dystinum millum Vestmanna og Klaksvík 2. Rani Baldursson á klaksvíksliðnum hevði í fleiri tímar havt greiðan fyrimun ímóti Jákup á Rógvu Andreasen, og Rani mátti eisini vinna fyri at hjálpa Klaksvík 1. Men Jákup reisti seg og knappliga var javnleikur í luftini umframt, at Rani var í svárari tíðarneyð.
Vestmenningar luktaðu eina løtu gull og heiður, men so skuldi ikki verða. Rani gjørdi sær hegnisliga dælt av óneyvleikum og nervøsiteti hjá vestmenninginum, og endin varð, at Rani setti Jákup skák og mát við 20 sekundum eftir á klokkuni! Klaksvíkingar vórðu ovurfegnir og gullrópini ljómaðu væl og víða.
Nakrir tímar framanundan…
Dysturin millum Klaksvík 1 og Havnina endaði 2-2. Heldur óvæntað vann Andrias Ziska trygt á Finnbjørn Vang, meðan Ólavur Simonsen vann somuleiðis trygt á Sigurði Justinussen. Heini Olsen og Martin Poulsen telvaðu javnt eftir fáum leikum.
Steintór Rasmussen og Martin Brekká leiktu eitt áhugavert talv á 2. borði. Martin hevði fyrimun í miðspælinum, men orkufreki og fantasiríki talvstílurin hjá Steintóri bjargaði honum og klaksvíkingum javnleik.
Tískil 2-2 og tá ið hesin dystur var liðugt telvaður, var einki talv avgjørt í hinum dystinum. Vunnu vestmenningar 3-1 vórðu teir føroyameistarar. Men eftir fýra tímar høvdu teir støður til bert 2 stig.
Samson Højgaard hevði møguleika at vinna í miðspælinum, men hann sá ikki mátgevandi leikin, og mátti í drúgvum endatalvi taka til takkar við javnleiki.
Lítið og einki hendi fyrstu 4-5 tímarnar í talvinum millum Carl Eli N. Samuelsen og Terja Petersen. Carl Eli mátti tó treiskast alt hann varð mentur fyri at vinna, og endin varð eisini, at ein møddur Terji leikti skeivt og stigið fór til vestmenningar.
Beint undan avgerðin fall á 4. borði, hevði John Rødgaard vunnið á Rana Nolsøe. Eisini í hesum talvi tóktist talvið at enda javnt, men Rødgaard hevur sera góðan endatalvsteknikk, og tað var í royndini júst tað, ið avgjørdi talvið.
Serliga varð úrslitið hjá væltelvandi Heina Olsen orsøkin til FM-heitið. Ein kærkomin sigur, nú tað eru 40 ár síðan Klaksvíkar Talvfelag varð endurstovnað. Umframt 1. deild, vunnu klaksvíkingar unglingadeildina og 3. deild. Eitt megnarár hjá KTF.
Vestmenningar vunnu 2. deild
Ein góð troyst hjá vestmenningum hendan lagnudag í Læraraskúlaauluni varð, at 2. liðið vann sannførandi næstbestu deildina. Vestmanna endaði 4 stig framanfyri Toftir og Havnina 2. Spennandi verður at vita hvussu vestmenningar megna uppgávuna við tveimum liðum í 1. deild.
Klaksvík 3 vann somuleiðis sannførandi 3. deild framanfyri Havnina og Sandavág.
Í unglingadeildini kláraðu klaksvíkingar júst at troka seg fram um sandavágsdreingirnir, og endaðu hálvt stig fremst.
Talvúrslit og -støður
1. deild
10. umfar
Vestmanna-Klaksvík 22,5-1,5
John Rødgaard-Rani Nolsøe1-0
Carl Eli N. Samuelsen-Terji Petersen1-0
Samson Højgaard-Haldur Suni Johansen0,5-0,5
Jákup á Rógvu Andreasen-Rani Baldursson0-1
Klaksvík 1-Havn2-2
Heini Olsen-Martin Poulsen0,5-0,5
Steintór Rasmussen-Martin Brekká0,5-0,5
Finnbjørn Vang-Andrias Ziska0-1
Ólavur Simonsen-Sigurð Justinussen1-0
Endaliga støðan
1Klaksvík 122,0
2Vestmanna21,5
3Havnin14,0+
4Sandavágur11,0
5Klaksvík 210,5
2. deild
Havnin 2-Sandavágur 21,5-2,5
Vestmanna 3-Toftir1,5-2,5
Vestmanna 2-Havnin 33,5-0,5
Endaliga støðan
1Vestmanna 226,5
2Toftir22,5
3Havnin 222,5
4Havnin 321,5
5Sandavágur 219,5
6Vestmanna 36,5
3. deild
Skopun-Klaksvík 31,5-2,5
Klaksvík 4-Havnin 41-3
Rókur-Sandavágur 31-3
Havnin 5-Gøta3,5-0,5
Vestmanna 4-Sandavágur 40-4
Endaliga støðan
1Klaksvík 327,0
2Havnin 424,5
3Sandavágur 324,0
4Havnin 522,0
5Rókur21,5
6Skopun15,5
7Gøta14,0
8Sandavágur 413,0
9Klaksvík 411,5
10Vestmanna 43,0
Unglingadeildin
10. umfar
Havnin-Klaksvík1-3
Rókur-Skopun4-0
Endaliga støðan
1Klaksvík23,0
2Sandavágur22,5
3Rókur19,5
4Havnin8,5
5Skopun6,5