KAPPRÓÐUR
Sundabáturin hevur fingið sera góð úrslit, síðani báturin bleiv bygdur, og í so máta gjørdist árið í ár ikki nakað undantak. Leygardagin megnaðu menninir norðan úr Hvannasundi og Norðdepli nevniliga at tryggja sær enn eitt meistaraheiti, tá teir vunnu næstsíðsta róður á árinum á vestanstevnu í Sørvági.
Tað vóru annars Tvørabáturin og Strálan, sum fingu bestu byrjanina upp á róðurin, og inn eftir firðinum vóru tað teir báðir, sum leingi stríddust um fremstu sessin. So við og við megnaði teir á Tvørabátinum tó at fara frá Stráluni, men í staðin fyri kapping frá strandamonnum, so vóru tað í staðin teir á Sundabátinum, sum byrjaðu at nærkast.
Spakuliga otaði Sundabáturin seg nærri og nærri at Tvørabátinum, og at enda var eingin munur á teimum báðum bátunum.
Sum øllum kunnugt, so hevur Sundabáturin ein øgiligan endaspurt, og aftur á vestanstevnuni kom hesin til sjóndar. Tá ið bátarnir fóru undir endaspurtin hevði Sundabáturin vunnið seg nakað fram um Tvørabátin, men í endanum var eingin ivi. Sundabáturin bara økti um munin, og við sigrinum megnaðu teir eisini at tryggja sær meistaraheitið.