Flogbóltur
Teir í SÍ høvdu longu áðrenn hetta vikuskiftið ásannað, at føroyameistaraheitið ikki endar í Sørvági í ár, og tað hevur ivaleyst havt sína ávirkan á avrikið hjá teimum á heimavølli móti ÍF sunnudagin. Í øllum førum endaði tað við, at ÍF vann 3-1 og fekk eitt slag av hevnd fyri finalutapið eina viku frammanundan. Hetta var eisini ein heilt annar dystur enn steypafinalan. ÍF vann tvey tey fyrstu settini, sum bæði vóru tøtt. Í triðja setti vendi alt á høvdið, tí SÍ vann ikki minni enn 25-8. Men hesin vørrurin hjá sørvingum rakk ikki langt, tí fjórða sett vann ÍF 25-18. Harvið greiddu fuglfirðingar málsetningin, teir settu sær í byrjanini av endaspælinum, nevniliga ikki at enda aftast. Tað ger Mjølnir, sum dagin fyri hevði tapt 3-0 móti SÍ. Við settúrslitunum 25-12, 25-15 og 25-15 var einki at tosa um í hesum dystinum, sum skuldi verðið leiktur fyrst í hesum mánaðinum, men sum tá bleiv útsettur vegna veður.
Sum heild hevur tað bara gingið niður á bakka hjá mjølnirmonnunum, og síðan ársskiftið hava teir tapt hvørjaferð. Vit skulu heilt aftur til 8. desember, tá teir vunnu á Kambsdali, fyri at finna seinasta sigurin hjá Mjølni í bestu mansdeildini. Sunnudagin høvdu teir vitjan av Fram, sum greiddi sín setning og vann 3-1 við settúrslitunum 25-21, 25-15, 23-25 og 25-20. Hevði Mjølnir vunnið, høvdu teir samstundis gjørt Fleyr til føroyameistara, men nú sleppa teir í Fleyr sjálvir at avgera tað. Næsta sunnudag verður dystur í Sørvági millum SÍ og Fleyr, og vinna sørvingar her, verður trýstið á Fleyr liggjandi til síðsta dystin. Men hann er heima móti Mjølni, og vinnur Fleyr ikki tá, verður tað tað mest óvæntaða av fleiri óvæntaðum úrslitum í manskappingini, sum hevur verið bæði spennandi og merkisverd.
Úrslitini um vikuskiftið
Mjølnir-SÍ 0-3 (12-25, 15-25, 15-25)
Mjølnir-Fram 1-3 (21-25, 15-25, 25-23, 20-25)
SÍ-ÍF 1-3 (21-25, 23-25, 25-8, 18-25)
Dystir eftir:
12.ÍF-Mjølnir
15.SÍ-Fleyr
18.Fram-ÍF
09.03.Fleyr-Mjølnir